Noreg: Øll manningin tikin av skipinum

Í kvøld klokkan 20.24 lokala tíð upplýsir Høvuðsbjargingarmiðstøðin, at øll manningin er tikin av skipinum, og nú skulu myndugleikarnir finna út av, hvussu fram skal farast, nú skipið er mannleyst.

 

VG veit í kvøld at siga, at øll manningin, sum var við niðurlendska farmaskipinum, Eemslift Hendrika, sum í morgun sendi út neyðarkall, nú er tikin av skipinum. Fyrr í dag vórðu tey fyrstu átta av manningini tikin upp í eina tyrlu, sum fleyg sjófólkini til Ålesund.

Skiparin ynskti, at fýra av manningini vóru eftir umborð í einari roynd at bjarga skipinum, ið hevði fingið slagsíðu. Ógreitt er, hvussu hetta hevur gingist, men sambært norskum miðlum í kvøld, er nú øll manningin tikin av skipinum, sum framvegis hevur slagsíðu.

Lastin hevur forskotið seg, og Eemslift Hendrika hevur sambært bjargingarleiðaranum á Høvuðsbjargingarmiðstøðini í Suðurnoregi, Oddgeir Anderse, eina slagsíðu upp á umleið 30 stig. Fyrsta tyrlan kom til skipið klokkan 11.30 lokala tíð, og ein lítlan tíma seinni lendi tyrlan við teimum fyrstu átta av manningini trygt í Ålesund.

Í kvøld klokkan 20.24 lokala tíð upplýsir Høvuðsbjargingarmiðstøðin í Suðurnoregi, at øll manningin er tikin av skipinum, og nú skulu norsku sjóvinnumyndugleikarnir royna at finna út av, hvussu fram skal farast víðari, nú skipið er mannleyst.

- Ein av manningini hevur fingið skaða, men vit vita ikki í løtuni, hvussu umfatandi skaðin er, og helst verður øll manningin, sum eftir var á skipinum, flutt á sjúkrahús, tá tyrlan kemur til lands, sigur bjargingarleiðarin, Kjetil Hagen, við VG.

Hann leggur aftrat, at ein bjargingartyrla er úti hjá skipinum og fylgir gongdini.

Einaferð fyrr í dag fekk manningin, sum tá var eftir umborð á skipinum, pumpur í royndini at tøma sjógv úr skipinum. Sum skilst, hevur forskjótingini av lastini elvt til, at sjógvur sleppur niður í lastarúmið á Eemslift Hendrika.

Sambært VG er støðan við skipinum ógreið í løtuni, og sagt verður frá aldu á leiðini, sum er upp í 15 metrar høg. 

##med2##