Sambært tv2.no fara norsku heilsumyndugleikarnir helst at bíða við avgerðini um, nær landið aftur møguliga fer at koppseta við AstraZeneca. Sum skilst, fer norski Fólkaheilsustovnurin at boða frá hesum um middagsleitið í dag.
Norsku myndugleikarnir halda, at tað framvegis eru fleiri ósvaraðir spurningar um samanhangin millum koppingarevnið frá AstraZeneca og nøkur deyðsføll, sum avleiðing av blóðtøppum og bløðingum.
Sambært tv2.no bendir mangt á, at Noreg fer at leingja steðgin, nær koppingarevnið møguliga verður tikið í nýtslu aftur. Men, helst fæst nærri at vita um hetta, sum fyrraparturin líður.
- Vit hava álit á, at Heilivágsstovnurin og Fólkaheilsustovnurin gera skilagóðar metingar av hesum. Um brúk er fyri meira tíð til endaligu avgerðina, er tað skiljandi, sigur virkandi heilsustjórin, Espen Rostrup Nakstads.
Heilsustjórin leggur aftrat, at hann enn ikki kennir avgerðina hjá norsku heilsumyndugleikunum hesum viðvíkjandi í smálutum.
Á midnátt í gjárkvøldið kunngjørdi Noreg annars, at landið hevði 831 nýggjar tilburðir við covid-19 seinasta samdøgur. Tað eru 110 tilburðir færri enn miðal seinastu sjey dagarnar.