- Tú skalt ongantíð vera vísur í, at veiða, reiðskapur ella landing ikki verður kannað, sigur Aksel Eikemo Ovveiða, útblaking av fiski, ?svartar? landingar og ólóglig hjáveiða.
Hetta verður høvuðsmálið hjá norsku fiskivinnuumsitingini í 2008. Eisini fiskiídnaðurin fer at merkja økta eftirlitið.
Sum skilst, fara norska fiskivinnuumsitingin og fiskiveiðieftirlitið at leggja hart út í hesum ári.
Málið verður at skerpa eftirlitið við veiði eftir ávísum fiskasløgum, eins og eftirlitið við russiskum og øðrum skipum verður hert.
Sambært norska Fiskeribladet, er hetta fyrstu ferð, at fiskiveiðimyndugleikarnir beinleiðis boða frá, at eftirlitið ? bæði á sjógvi og landi - nú verður skerpað.
- Í fjør høvdu vit russisku ovveiðina í Barentshavinum ovast á breddanum. Nú halda vit, at tíðin er komin til, at bæði vaktarskip, sølufeløg og fiskiveiðieftirlitið skulu takast upp á ráð í royndini at finna fram til, hvørji fiskasløg serliga skulu havast undir skerpaðum eftirliti.
Tað sigur ein av stjórunum í norsku fiskivinnuumsitingini, Aksel Eikemo.
- Tú skalt ongantíð vera vísur í, at tín veiða, reiðskapur ella landing ikki verður kannað, leggur hann dent á.