- Hvat vit skulu liva av, tá oljan er uppi, er náttúrligt. Vit skulu liva av at arbeiða, siga tríggir granskarar, sum júst hava latið vinnumálaráðharranum frágreiðing. Í eini nýggjari frágreiðing, sum norsku granskararnir, Ådne Cappelen, Torbjørn Eika og Joakim Prestmo, hava skrivað og latið Trond Giske, vinnumálaráðharra, siga teir, at Noreg fer at klára seg uttan olju, tá tann tíðin kemur.
- Noreg livir faktist ikki av olju í dag. Vit útvinna olju, sum hevur eitt stórt virði, men meginparturin av hesum inntøkum verða spardar upp, og vit liva tí ikki av oljuinntøkum. Tey, sum liva av olju, eru fólk, sum eru í starvi hjá feløgunum í hesi vinnu, siga granskararnir.
Í Noregi hevur verið kjak um, hvat Noreg skal liva av, tá eingin olja er meiri.
- Vit hava í dag kapitalinntøkur frá útvinning av olju, og hetta gevur Noregi eitt sindur hægri tjóðarinntøku, sum vit partvís liva av. Hvat vit skulu liva av, tá oljan er uppi, er náttúrligt. Vit skulu liva av at arbeiða, siga teir tríggir granskararnir.
Í framtíðini fer tænastuvinnan í Noregi, bæði hin privata og hin almenna, at veksa, samstundis sum oljan við tíðini missir sína støðu.
Vinnumálaráðharrin, Trond Giske, vísir á, at norski ídnaðurin noyðist at tillaga seg.
- Slík tillaging rakar altíð einstakar partar, vinnufyritøkur og arbeiðstakarar hart. Men fyri norskan búskap í síni heild bendir alt á, at vit kortini ? uttan oljuna ? kunnu hava eitt vælferðarsamfelag, um vit hava evnini at effektivisera okkum og tillaga okkara búskap, soleiðis sum vit søguliga hava dugað, sigur Trond Giske.