Veksandi koronu-smittan í Noregi saman við veksandi tali av innleggingum leggur nú veruligt trýst á norska sjúkrahúsverkið. Seinastu vikuna eru í miðal 1.314 fólk staðfest smittað um samdøgrið, og í dag høvdu norsku sjúkrahúsini 198 koronu-sjúklingar.
Tað, at fleiri eru vorðin koppsett, hevur í fyrsta umfari minkað um smittuspjaðingina og soleiðis eisini um innleggingarnar, men seinastu tíðina hava fólk tikið smittuna í minni álvara og hava hugsað minni um smittuverju.
Tv2.no veit at siga, at støðan, sum nú er, órógvar norsku heilsumyndugleikarnar, og í Noregi hava fleiri kommunur sett í verk smittuverjutiltøk.
- Hóast støðuna, sum er í løtuni, eru vónir um, at tíðin við jólaborðum, sum nú stundar til, kann fara fram uttan stórar avmarkingar, sigur norski heilsustjórin, Espen Nakstad.
Men, treytin er, at tey, sum eru sjúk, halda seg við hús.
- Vit hugsa, at tað at fara til jólaborð og annars at liva sum vanligt kunnu vit halda fram við, um vit bara ansa eftir at vera heima, tá vit eru sjúk. Haraftrat er umráðandi at taka triðju koppsetingina, tá vit fáa hana í boði og annars fylgja vanligu smittuverjuráðunum.
Espen Nakstad heldur, at um alt hetta verður gjørt, fer tað nokk at laga seg.
Heilsumálaráðið hevur javnan gjørt kanningar fyri at finna út av, hvussu fólk fyrihalda seg til almennu smittuverjuráðini. Seinastu tíðina hevur tann parturin av fólkinum, sum heldur seg heima, tá tey kenna seg sjúk, verið minni og minni.
Kanningarnar vísa nevniliga, at meðan níggju av tíggju fyri tíð síðan hildu seg heima, tá tey vóru sjúk, eru tað í dag bert fýra av tíggju, sum halda seg við hús.
- Hetta mugu vit gera betur, um vit skulu kunna liva nøkulunda sum vanligt, sigur heilsustjórin.
Espen Nakstad vísir á, at avbjóðingin er, tá smittan veksur og veksur, og fleiri og fleiri verða løgd inn á sjúkrahús. Um so verður, noyðast enn fleiri kommunu at umhugsa strangari verndartiltøk.
- Jólaborð nýtist at vera ein so stórur smittuvandi í sær sjálvum. Tað er meira, hvussu mong fólk tú ert í samband við yvir eina viku, sum hevur týdning - og so hevur tað týdning, at tú heldur teg heima, um tú kennur teg sjúkan.
Norski heilsustjórin sigur, at royndir úr øðrum londum vísa, at triðja koppsetingin hevur stóran týdning í samband við innleggingar, sum gerast munandi færri, tá fólk hava fingið boostaran.
- Tað, sum vit síggja úr øðrum londum, eitt nú úr Ísrael, er, at triðja koppsetingin er ógvuliga effektiv, tá ræður um at fyribyrgja innleggingum millum tey eldru, og hetta kann fáa stóran týdning fyri heilsuverkið gjøgnum veturin, sigur Espen Nakstad.
##med2##