Norsku hondbóltskvinnurnar hava vunnið seg í enn eina hálvfinalu í einum endaspæli.
Noreg vann í kvøld 26-25 á Montenegro í fjórðingsfinaluni í HM endaspælinum í kvinnuhondbólti, sum er í Danmark í hesum døgum. Noreg var á odda 13-11 í steðginum.
Í kvøld var tað Nora Mørk, sum gekk undan hjá Noregi við átta málum. Noreg var á odda stóran part av dystinum, men Montenegro vildi ikki sleppa takinum, og kvinnurnar frá lítla landinum á Balkan hálvoynni góvu veruliga norsku kvinnunum skarpan gang.
Noreg møtir vinnaranum av dystinum Danmark-Rumenia. Har endaði vanliga leiktíðin við javnleiki 27-27, og liðini leika nú longda leiktíð.










