Síðani norski Javnaðarflokkurin misti meirilutan í Stórtinginum í 1961, hava næstan allar stjórnirnar í Noregi verið minnilutastjórnir.
Í dag kunngjørdi Erna Solberg sína nýggju meirilutastjórn, nú KRF er vorðið partur av bláu stjórnini í Noregi.
Heili 21 ráðharrar skulu stjórna saman við Ernu Solberg. Stjórnin víðkar úr 20 upp í 22 limir, men KRF fær tríggjar ráðharrar. Hetta merkir at teir báðir stóru flokkarnir í stjórnini, Høgra og Framburðsflokkurin, missa hvør sín ráðharra. Bård Hoksrud, landbúnaðarmálaráðharri fyri FrP, og Linda Hofstad Helleland, Barna og javnstøðumálaráðharri fyri Høgra, fara úr stjórnini.
Annars hava flestu ráðharrarnir varðveitt sínar sessir. Nikolai Astrup er fluttur úr sessinum sum menningar- og neyðhjálparmálaráðharri og er nú vorðin ráðharri í talgilding. FRP fær ein nýggjan ráðharra, Ingvild Smines Tybring-Gjedde, sum verður ráðharri í samfelagstrygd.
Ráðharrarnir hjá KRF vera Kjell Ingolf Ropstad, sum verður barna- og familjumálaráðharri, Dag Inge Ulstein verður ráðharri í menningarmálum og Olaug Bollestad verður landbúnaðar- og matvørumálaráðharri.