Noreg hevur eitt betri U21 landslið enn Danmark

(Rás2) Hoyr hondbóltsviðmerkjaran, Claus Rasmussen taka samanum føroyska HM-avrikið ímóti Noreg

- Tað norska U21 landsliðið er sterkari enn tað danska U21 landsliðið, so tað er eitt framúrskarandi lið Føroyar hava tapt ímóti í kvøld. Orðini eigur hondbóltsviðmerkjarin, Claus Rasmussen.

 

Claus Rasmussen heldur, at føroyska U21 landsliðið stóð seg ímóti einum krútsterkum norskum liði, og hann heldur ikki, at eitt 23-29 HM-tap ímóti Noregi í einum HM-endaspæli er nøkur skomm.

 

Claus Rasmussen heldur, at Føroyar gjørdu tað gott ímóti norsku yvirmaktini. Claus heldur ikki, at Føroyar hava møguleika fyri nøkrum stigi ímóti Týsklandi sunnukvøldið, men hann hevur vónir um, at vit kunnu kløkka Ungarn mánakvøldið.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Claus Rasmussen taka samanum tað føroyska avrikið ímóti Noregi.