HONDBÓLTUR
Annað umfar í millumspælinum bar aftur okkurt óvæntað við sær, og nú kunnu vertirnar úr Svøríki tryggja sær pláss í hálvfinalunum við einum sigri í síðsta dystinum ímóti Fraklandi.
Bæði Noreg og Russland halda framvegis beinu kósini ímóti hálvfinalunum, meðan Týskland aftur vann. Eisini tær kunnu tryggja sær pláss í hálvfinalunum við sigri í síðsta dystinum.
Eingin steðgar Noreg
Noreg hevur verið landið, sum hevur víst klárt besta spælið higartil í kappingini. Norsku leikararnir hava sett mótstøðuliðini uppá pláss eitt fyri og annað eftir, og í gjár var aftur klassamunur, tá Noreg møtti botnliðnum í fyrsta millumbólki, Makedonia.
Norski venjarin, Marit Breivik, kann ikki sigast at mangla sjálvsálit. Hon valdi nevniliga at byrja dystin við einum sokallaðum eykaliðið, tí eingin av leikarunum, sum vanliga byrja inni, vóru at finna í millum tær fyrstu sjey.
Fyrstu løtuna megnaði Makedonia eisini at fylgja væl við, og eftir fyrsta korterið stóð á jøvnum millum liðini. So valdi Noreg at gera nakrar útskiftingar, og so sást munurin í millum liðini. Tá liðini fór til hálvleiks var munurin heili 7 mál, og longu tá vóru ábendingar um enn ein stórsigur til Noreg. Í seinna hálvleiki helt Noreg fram við góða spælinum, og serliga vanligi eykamálverjin, Terese Pedersen, vísti stórspæl. Hon lat bara trý mál í gjøgnum í seinna hálvleiki, og at enda vunnu norsku kvinnurnar við 15 málum.
Í síðsta dystinum megnaði Týskland at vinna á einum av favorittunum, tá tær vunnu tryggan sigur á Ungarn. Nú møttu tær Eysturríki, og enn einaferð vísti Týskland klassan. Tær vunnu dystin við 12 málum, og stóri spælarin hjá Týsklandi var Sabine Englert, sum hevur verið ein av mest týdningarmiku hjá Týsklandi í hesum endaspælinum.
Í síðsta dystinum í bólkinum skuldi Ungarn royna at varðveita sín møguleika at spæla seg víðari til hálvfinalurnar. Tær møttu Póllandi, og her var eingin slingur í valsinum. Við Timea Toth á odda vann Ungarn ein knúsandi 16-mála sigur, og sostatt skulu tær vinna á Noreg í síðsta dystinum, samstundis sum Týskland tapir fyri Makedonia, um tær skulu hava nakran møguleika at koma víðari.
Vertirnir kunnu røkka hálvfinalunum
Í seinna bólkinum lá Russland einsamalt á odda undan næsta dystinum í millumspælinum. Her møtti Russland Danmark, sum skuffandi tapti fyri Svøríki týskvøldi.. Russland var á odda at kalla allan dystin, og sjálvt um Danmark einaferð kom upp á javnleik og spældi ein góðan dyst, so megnaðu tær ikki veruliga at leypa hvøkk á russisku yvirmaktina. Russland vann dystin við fimm málum, og við sigrinum hevur russiska bjørnin tryggjað sær 1. plássi í bólkinum.
Tá millumspælið fór í gongd var Svøríki einasta landið uttan stig, men við sigri á Danmark týskvøldið høvdu tær ein lítlan møguleika at røkka semifinalunum, men so skuldi alt eisini ganga teirra veg. Í næsta dystinum møttu tær Spania, sum hevur verið eitt av størstu yvirraskilsunum í ár. Fyrstu løtuna var Spania oman á, men tá Svøríki fyrst fekk gongd á álopsspælið og ikki minst verjuspælið, so sá alt út til at rigga hjá teimum gulkløddu. Eftir javnleik í hálvleikinum eydnaðist Svøríki at vinna við fimm málum, og serliga Madeleine Grundström í málinum vísti stórspæl. Vinnur Svøríki síðsta dystin ímóti Fraklandi, so eru tær tryggjaðar pláss í hálvfinalunum.
Í síðsta dystinum møttus Frakland og Kroatia, og her eydnaðist Fraklandi at vinna við einum máli. Við sigrinum hevur Frakland enn eina lítla vón at røkka hálvfinalunum, meðan Kroatia ikki hevur nakran møguleika fyri víðari luttøku.









