Noreg: Fann mannafót í vaskimaskinuni

- Eg eri í løtuni í holt við at skriva eina umbering og frágreiðing til starvsfólkini á vaskarínum, sigur stovnsleiðari.

 

Fólk, sum starvast á vaskarínum Nor Tekstil AS í Tróndheimi í Noregi, gjørdust ikki sørt bilsin, tá tey vóru í holt við at tøma ta einu vaskimaskinuna seinnapartin í gjár. Undir øllum klædnapløggunum í maskinuni kom undan kavi ein avkubbaður mannafótur.

Nor Tekstil AS vaskar fyri eitt nú sjúkrahús og heilsustovnar í Tróndheimi.

Tá tey høvdu funnið avkubbaða fótin, sendu tey boð út til teirra, tey vaska fyri og spurdu, um tey vantaðu ein mannafót. Men, í fyrstu atløgu fingu tey ongan fráboðan. Ikki fyrr enn tey á St. Olavs Sjúkrahúsi sendu boðini víðari til Norges Tekniske og Naturvitenskapelige Universitet (NTNU).

- Vit hildu, at hendingin á vaskarínum mátti snúgva seg um okkara fót, sigur Torstein Baade Rø, ið starvast sum stovnsleiðari á Institutt for Klinisk og Molekylær Medisin, sum tað verður rópt.

Norska heimasíðan VG vísir á, at stovnurin arbeiðir í tøttum samstarvi við St. Olavs Sjúkrahús í Tróndheimi.

- Vit eru ógvuliga kedd um hesa hending, og eg eri í løtuni í holt við at skriva eina umbering og frágreiðing til starvsfólkini á Nor Tekstil, sigur Torstein Baade Rø.

Hann vísir á, at talan er um ein balsameraðan mannafót frá einum gevara - ella donori - sum hevur latið sín kropp til undirvísingarendamál. Fóturin er frá øklinum og niður, og hann er partvís gjøgnumskorin til undirvísingarlig endamál.

- Slíkir partar av menniskjum vera eitt nú brúktir í læruni, soleiðis at næmingar kunnu síggja liðir og nervaleiðingar. Vit hava likamslutir av 12 fólkum, sum eru latnir til undirvísingarendamál, sigur Torstein Baade Rø.

Stovnsleiðarin leggur aftrat, at tað er ein "kiksari", at balsameraði fóturin er endaður uppi í klædnavaskinum.

Norska løgreglan váttar, at tey hava fingið eina fráboðan um fótin, og tey hava nú fingið eina frágreiðing um, hvussu fóturin kundi enda í einari vaskimaskinu hjá Nor Tekstil AS í Tróndheimi.