Hondbóltur
Norsku kvinnurnar eru í stórformi. Fyri stuttum vunnu tær á Russlandi og Danmark við ávikavist 10 og 12 málum. Venjarin hjá svenska kvinnulandsliðnum, Ulf Schefvert er heldur ikki í iva, at Noreg er favorittur til at vinna EM-gullið heimaftur til Noregs. Sjálvt um stórspælarnir, Katja Nyberg og Gro Hammerseng eru uttanfyri, orsaka av skaða, so er svenski venjarin ikki í iva um, at tær norsku kvinnurnar eru favorittar kortini. Ungarski spælarin, Katalin Pálinger er heldur ikki í iva. Hon heldur, at Noreg framalir nýggjar góðar spælarar alla tíðina.
Avrikslistin hjá Breivik
Tað hevur eisini gingið framúr væl hjá Marit Breivik, sum hevur vunnið nógv metal við norska liðnum. Tað er heldur ikki smávegis, sum norski venjarin, Marit Breivik hevur vunnið við norska kvinnulandsliðnum síðani 1994. Einastandandi avriksleistin hjá Breivik við kvinnulandsliðnum sæst aðrastaðni á síðuni.
Metir Rumenia sterkt
Marit Breivik hevur sjálv gjørt sær nakrar tankar um, hvør kann hugsast at skula kappast við Noreg, um at vinna EM-gullið. – Vit vita, at tær rumensku eru góðar. Tær koyra við næstan sama liðið, sum til OL í Beijing. Men liðið hevur fingið nýggjar venjarar, og tað skulu tær sjálvsagt venja seg við. Men nú hava tær rumensku so havt nakrar vikur um tað.
Marit Breivik heldur eisini, at Týskland er ein hóttan. Ungarn hevur eisini eitt sterkt lið, og tá Spania fyri stuttum hevur vunnið á Fraklandi, so boðar tað eisini frá einum sterkum sponskum liði. Norska pressan manglar sjáldan sjálvsálit, og Frode Scheie hjá norsku sjónvarpsstøðini TV2, metir, at Noreg er tann størsti favoritturin nakrantíð til at vinna eitt EM-endaspæl. Danskir ítróttarskrivarar hava eisini ringt at fáa eyga á, hvør kann koppa norsku gentunum.










