Noreg er heimsmeistari

Norsku hondbóltskvinnurnar hava í kvøld vunnið heimsmeistaraheitið eftir tryggan finalusigur á Fraklandi

 

HM í kvinnuhondbólti hevur verið spælt í Brasil, og tvey norðurlond vóru millum fýra tey sterkastu londini.

 

Danmark spældi í dag bronsudyst ímóti Spania, men mátti lúta fyri sponsku kvinnunum.

 

Noreg vann í finaluni greiðan sigur á Fraklandi. Noreg hevði munin allan dystin, og tað endaði við 32-24 sigri til okkara grannar fyri eystan. Hetta er aðru ferð, at Noreg vinnur HM í kvinnuhondbólti.

 

Heimsmeistararnir seinastu tríggjar ferðirnar, Russlandi, vóru favorittar til at vinna HM aftur hesaferð, men russiska liðið snávaði í fjórðingsfinaluni ímóti Fraklandi. Tær komu tí ikki í nánd av heiðursmerkjum hesaferð.