Noreg er í hálvfinaluni

Noreg vann stórsigur á Ungarn. Russland og Týskland eru eisini á hálvfinaluni

Hondbóltur

 

Hesaferð bíðaðu norsku kvinnurnar ikki ein heilan hálvleik, áðrenn tær settu fulla skrúvu á. Ígjár bleiv meiri talan um ein hálvan hálvleik. Noreg byrjaði dystin eitt sindur trilvandi, og Ungarn við Anitu Görbicz á odda legði seg fram um. Ungarn helt leiðsluna til gott korter varð farið, men so hevði Noreg fínjusterað bæði álopsspæl og verjuspæl. Tær norsku tóku yvir, og løgdu seg framum við 5 málum til hálvleiks, 13-8 gjørdist hálvleiksstøðan.

 

Flott spæl

Í 2. hálvleiki beindi Noreg øll spurnartekin burtur. Við Linn-Kristin Riegelhuth á odda skutu tær ungverjar í sor. Hendingaferð kundu ungverjar svara aftur við onkrum álopi, men munurin millum liðini bara vaks og vaks. Norska verjan stóð eisini væl, og tók broddin úr flestu ungversku álopunum. Norsku kvinnurnar vístu ein ótrúligan disiplin, og ein stóran arbeiðsvilja, og tá alt varð liðugt høvdu tær vunnið 34-20. 14-máls sigurin merkir samstundis, at Noreg hevur tryggjað sær pláss í hálvfinaluni, har Russland ella Týskland verður mótstøðuliðið. – Hetta er eitt lið við einum góðum arbeiðsmorali, og tað er tað, sum skilir liðini í dag. Haraftrat stendur Katrine Lunde Haraldsen, sum ein veggur í málinum í dag. Slíkt er veruliga stuttligt, segði ein smílandi norskur landsliðsvenjari, Marit Breivik við norska TV2 ígjár. Spurd um hví eitt korter gekk, áðrenn tað norska spælið koyrdi svaraði norska venjaralegendan: - Ein má læra mótstøðuliðið at kenna í byrjanini, og tað er týdningarmikið, at liðið ikki missir mótið, sjálvt um hitt liðið skorar nøkur mál. Veteranurin, Tonje Larsen helt, at Noreg hevði tørv á 10-15 minuttum fyri at hita upp, men so gekk tað væl.

 

Gott men ov seint

Tað var kreppu hjá danska liðnum, aftaná stórtapið 19-31 ímóti Noregi týskvøldið, men ígjár reisti Danmark seg úr øskuni. Hóast tær høvdu mist møguleikan at vinna seg í hálvfinaluna, so stríddust donsku kvinnurnar manniliga, og hesaferð orkaðu tær til dystarenda. Gitte Aaen gekk undan hjá Danmark, sum vann 26-23 á Spania, sum annars megnaði javnleik ímóti Noregi í fyrsta dystinum. Svøríki spældi ein spennandi og dramatiskan dyst ímóti makedonsku vertunum. Heimaáskoðarnir gjørdu sítt ítarsta fyri at hjálpa heimaliðnum. Hálvleiksstøðan gjørdist javnleikur 13-13, og var tað javnt gjøgnum allan dystin. Ikki fyrr enn ímóti dystarenda kom Svøríki nøkur mál framum, men tær makedonsku vildu ikki sleppa takinum. Men tær svensku kvinnurnar hildu tørn, og hálaðu ein tepran 24-23 sigur heim. Svøríki kann tó ikki røkka hálvfinaluni. Týskland og Russland standa bæði á 7 stigum, og við 4 stigum kann Svøríki ikki røkka hesum báðum liðunum. Svøríki hevur tó enn møguleikan at spæla um 5. plássið, og er javnleikur ímóti Kroatia nóg mikið til at vinna sær rætt til at spæla um 5. plássið. Russland vann 24-21 á Kroatia, meðan Týskland eitt sindur óvæntað spældi javnleik 28-28 ímóti Hvítarusslandi. Men tær týsku kvinnurnar eru kortini í hálvfinaluni saman við Russlandi, sum eisini hevur 7 stig fyri 4 dystir.