Noreg hevur vunnið evropameistaraheitið fyri aðru ferð upp í slag.
Tað varð lítið væntað av Svøríki undan kappingini, men liðið vann seg óvæntað í finaluna. Svøríki var eisini á odda í hálvleikinum, 11-10.
Noreg setti ferðina upp eftir hvíldina, og fekk einu løtuna heili seks mál upp í slag. Svøríki hótti ongantíð sigurin.
Endaliga úrslitið var 25-20.