Fleiri fundir millum afganska Taliban-stýrið og norsku stjórnina kunnu hugsast.
Tað sigur norski uttanríkisráðharrin úr Arbeiðaraflokkinum, Henrik Thune, sambært norsku tíðindastovuni NTB.
Noreg hevur fleiri ferðir virkað sum vertur og meklari í altjóða stríðum, seinast tá umboð fyri norsku stjórnina hittu umboð fyri Taliban-stýrið.
Henrik Thune viðgongur, at Vesturheimurin ikki altíð fær tað, hann vil, men heldur fast um, at fundirnir kunnu vera gagnligir.
– Vit hava helst eina meira realistiska tilgongd nú.
– Ein partur av stríðnum, har Noreg kann hava ein leiklut, snýr seg ikki um at skapa endaligan frið, men at forða fyri, at stríðið økist og verður til harðskap, sigur hann.
Hann nevnir harumframt Yemen og Etiopia sum lond, har Noreg kann hava ein leiklut í at loysa stríðsspurningar.
/ritzau/