Noreg bjargar æruni hjá norðurlondum

Noreg hevur vunnið ein óvæntaðan, men sannførandi sigur á Fraklandi

Noreg er í skrivandi stund tað besta norðurlendska manslandsliðið í hondbólti.

 

Noreg hevur fyri løtu síðani vunnið 29-24 á verandi evropa, heims, og olympisku meistarunum, Fraklandi, og hevur harvið sensasjónelt tryggjað sær pláss í hálvfinaluni í EM-endaspælinum, sum er í Póllandi í hesum døgum. Støðan í steðginum var 12-11 til Noreg.  Kent Tønnesen skeyt seks mál fyri Noreg, og Kristian Bjørnsen skeyt fimm mál. Michael Guigou gjørdist toppskjútti hjá Fraklandi við fimm málum.

 

Tað leikaði javnt á í fyrra hálvleiki, og fyrsta partin av seinna hálvleiki. Tað var ikki fyrrenn við støðuna 18-17 til Noreg, at norðmenn fóru frá fraklendingum. 

 

Fyrr í dag vann Hvítarussland 30-29 (14-13) á Makedonia. Klokkan 19.30 spæla Pólland og Kroatia. Pólland er betri innanhýsis ímóti Fraklandi, og kann við javnleiki ímóti Kroatia tryggja sær pláss í hálvfinaluni.

 

Støðan í EM millumbólki 1 :

 

1Noreg5410153:1419
2Pólland4301115:1056
3Frakkand5302145:1306
4Kroatia4202116:1114
5Hvítarussland5104128:1512
6Makedonia5014130:1491