Noreg avlýsir ætlaða flogfarið til Ísrael

Ein eykaflúgving frá Tel Aviv í Ísrael til Noregs, sum flogfelagið Norweagian hevði fyrireikað fyri norska uttanríkisráðið, er avlýst. Flogfarið skulu lætta úr Tel Aviv í morgin, hósdagin, men er nú avlýst. 

– Orsøkin er, at tryggingarfelagið, sum Norwegian og fleiri onnur flogfeløg nýta, ikki longur dekkar flogferðir til Tel Aviv. Norwegian og uttanríkisráðið arbeiða við at finna aðrar loysnir, at fáa norðmenn úr Ísrael, skrivar norska uttanríkisráðið í tíðindaskrivi til Ritzau.