Noreg: Avlopsmatur skal gevast til tey fátøku

Norska Stórtingið heitir á norsku stjórnina um at gera eina lóg, sum áleggur handilsvinnuni og matvøruvinnuni at geva allan etandi avlopsmat til vælgerandi felagsskapir og síðani til djórafóður. Tað eru stórtingslimirnir hjá Arbeiderpartiet, Senterpartiet, Sosialist Venstre, KrF og Miljøpartiet de Grønne, sum hava skrivað undir áheitanina.

 

Kristelig Folkeparti heitti á fjør á stjórnina um at gera nakað líknandi, men tá legði stjórnin áheitanina til viks. Nú hevur kristiligi flokkurin í Noregi so tryggja sær undirtøku frá restini av norsku andstøðuni, sum í verandi løtu hava meiriluta í Stórtinginum.

 

Mett verður, at ein miðal norskur forbrúkari tveitir eini 42 kilo av mati burtur um árið. 

 

Her í Føroyum eru fleiri, sum fara frá handli til handil eftir mati at geva teimum treingjandi. Ein teirra er Leif Erik Niclasen, sum fyri góðum ári síðani var gestur í Rás 2 og tosaði um evnið. Trýst her fyri at lesa greinina og hoyra samrøðuna.