Tá norski forsætisráðharrin, Kjell Magne Bondevik, í gjár fór á fund við amerikanska forsetan, George W. Bush, var tað ikki einans sum norskur stjórnarleiðari, at hann hitti amerikanska forsetan.
Stutt undan fundinum hevði Kjell Magne Bondevik sitið á norsku sendistovuni í Washington og tosað í telefon við ísraelska forsæltisráðharran, Ariel Sharon. Evnið var eitt bræv, sum Bondevik hevði fingið frá palestinska leiðaranum, Yasser Arafat, har hesin bað norska forsætisráðharran royna at ávirka Bush, so teir palestinsku myndugleikarnir kundu fáa betri stundir til at handtaka teir, sum hava skipað fyri atsóknunum í Ísrael í seinastuni.
Í brævinum skrivaði Arafat, at hann var til reiðar at eftirlíka ísraelska og amerikanska kravinum um at fongsla teir seku, men at tey áhaldandi ísraelsku álopini gjørdu hetta ómøguligt. Arafat hevði eisini eini beinleiðis boð til George W. Bush í brævinum, men einki er sagt um, hvat tað var.
Kjell Magne Bondevik hevur fyrr sagt, at Noreg er til reiðar at virka sum millummaður í Miðeystur-kreppuni - eina ferð enn.
Líkt er til, at partarnir hava tikið hann upp á orðið.








