Talan var um sanna sensatión í donsku steypakappingini í gjár, tá Nordvest FC úr danmarkarseriuni tók ímóti AC Horsens úr superliguni. Púra óvæntað vann FC Nordvest nevnliga 2-1.
Fazil Keskin - sum hevði fingið eitt mál kolldømt tíðliga í dystinum - legði Nordvest FC á odda, tá ein hálvur tími varð spældur. Í seinna hálvleiki hevði Horsens eitt ræðuligt trýst á Nordvest-málið, men bólturin vildi ikki inn. Eftir 87 minuttum skoraði Fead Rama til 2-0 eftir kontra-álop, og so munaði lítið, at Gilberto Macena minkaði um munin í seinastu minuttunum.
Hetta er fyrstu ferð í 17 ár, at eitt lið úr Danmarksseriuni - sum er fjórðbesta deildin í Danmark - er í hálvfinaluni í donsku steypakappingini.









