Norðurmakedonia vann á Lettlandi - Føroyar flyta ikki niður

Føroyar enda í ringasti føri næstaftast í bólki 4. Vit kunnu enda næstovast um úrslitini laga seg

Føroyska A-landsliðið í fótbólti flytur ikki niður í D-bólkin í Nations League.

 

Føroyar vunnu fyrr í kvøld ein flottan 1-0 sigur á Armenia í Jerevan, og í kvøld hevur Norðurmakedonia vunnið 1-0 á Lettlandi í Skopje.

 

Sigursmálið hjá Norðurmakedonia skoraði Nikola Serafimov í 57. minutti.

 

Aftaná fimm umfør hevur Norðurmakedonia 13 stig, og teir hava vunnið bólk 4 í Nations League deild C. Føroyar eru nummar tvey við seks stigum, Armenia hevur fýra stig og Lettland hevur eisini fýra stig. 

 

Lettland og Armenia spæla í Riga sunnudagin klokkan 14, samstundis sum okkara spæla móti Norðurmakedonia í Skopje. Tí kann í ringasta føri bert annað av Lettlandi og Armenia yvirhála Føroyar á stigatalvuni. So Føroyar enda í ringasta føri á næstaftasta plássinum.

 

Um Føroyar fáa stig móti Norðurmakedonia kunnu vit enda næstovast í bólkinum, og vit enda eisini næstovast um dysturin millum Lettland og Armenia endar við javnleiki. 

 

Enda okkara næstfremst í bólkinum sleppur Føroyar at spæla um uppflyting til bólk B, ið hevði verið ein sera spennandi uppgáva hjá okkara monnum.