Tað hevur vakt ans, at Svøríki hevur tikið avgerð um, at innflytarar og flóttafólk ikki skulu hava so frítt at koma inn í landið, sum tey hava havt tað. Orsøkin er eyðsæð, at landið meira ella minni hevur mist tamarhaldið á støðuni.
Nú verður kravt av øllum, sum skulu ferðast til Svøríkis, at tey hava neyðug samleikaprógv, so ivi ikki kann verða sáddur um, um tey hava innferðarloyvi ella ikki. Í hesum sambandi hevur svenska politiið sent boð eftir fleiri fráfarnum politistum, ið koma aftur til arbeiðis, nú so nógvir politistar eru upptiknir suðuri við markið.
Myndugleikarnir í Finnlandi hava eisini gjørt av, at ferðafólk, sum koma umborð á Finnlandsfergurnar í Travemünde í Týsklandi, skulu vísa gildugt visum, tí upp í 25 innflytarar ella friðskjólssøkjandi hava verið við hvønn túrin úr Týsklandi í síðstuni.
Danmark fylgir við
Samstundis hevur danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, í nýggjársrøðu síni gjørt greitt, at tað kann gerast neyðugt at hava marknaeftirlit við týska markið, nú Svøríki hevur hert eftirlitið við markið ímóti Danmark.
Áður hevur danska stjórnin verið atfinningarsom mótvegis svenska eftirlitinum við markið, men nú sær út til, at Danmark fylgir eftir. - Vit vilja ikki síggja innflytarar og friðskjólssøkjandi á okkara motorvegum aftur, segði Lars Løkke Rasmussen.
Norra hevur eisini gjørt av at herða sín innflytarapolitikk, og tað verður millum annað gjørt við tí fyri eyga, at hann skal minna meira um tað danska modellið, ið tiltalar norsku stjórnina.