Allir norðoyingar kunnu í kvøld sóla sær í fremsta avrikinum nakrantíð hjá føroyskum liði í einari evropeiskari kapping fyri felagslið.
Rimmar 3-0 sigurin hjá KÍ niðri í Budapest gevur endurljóð í okkara norðurlendsku grannalondum.
Størsti miðilin í Noreg vg.no er skjótur at gera norskt krav upp á sigurin hjá KÍ, har høvuðsvenjarin hjá KÍ, Magne Hoseth verður framhevjaður:
##med2##
Stóri danski fótbóltsmiðilin, bold.dk staðfestir, at KÍ hevur skrivað føroyska fótbóltssøgu, og teir draga sjálvandi fram leiklutin hjá donsku leikarunum hjá KÍ, Claes Kronberg og Patrick Da Silva:
##med3##
Stóra íslendska blaðið, Morgunblaðið heldur, at talan er um ein ófatuligan sigur hjá KÍ:
##med4##
Aftonbladet, ið kappast við Expressen at vera størsti miðilin í Svøríki staðfestir, at KÍ hevur framt eina risastóra sensasjón, og tí verður tað sera óvæntað KÍ og ikki Ferancvaros, sum BK Häcken skal møta í øðrum undanumfarinum:
##med5##