Norðurlendskir sangarar heiðra Regin Dahl á komandi fløgu

Rúni Brattaberg, Ernst Sondum, Gitte-Maria Sjønberg Guido Paevatalu og onnur syngja løg eftir Regin tónasmið

Listin á kendum sangarum og arrangørum er langur, nú forlagið Stigin hevur tikið stig til at geva út fløgu við sangum eftir Regin Dahl í sambandi við, at føroyska tóna skaldið verður 80 ár í november.

Ernst Dalsgarð er samskipari av tiltakinum, og hann sigur, at innspæl-ingarnar byrja hesa vikuna, og vera væntandi lidnar í mai mánað. Hvørjir vera sangararnir so?

Millum teir føroysku telist Rúni Brattaberg, sum rættiliga hevur fingið vind i seglini sum operasangari. Hann hevur fingið sera flott ummæli í finskum fjølmiðlum aftan á, hansara fyrstu framførslu síðan hann byrjaði á Sibelius-akademiinum í Helsinki.

Umframt Rúna fara Jóanna Johansen og Ernst Dalsgarð, ið syngur á Kongiliga Sjónleikar-húsinum í Keypmannahavn, eisini at syngja løg eftir Regin Dahl.


Útlenskir gestir

Útlendsku sangararnir eru eisini sera prominentir.

Svenska Gitte-Marie Sjønberg, sum eisini syngur á Kongiliga Sjónleikarhúsinum í Danmark, fer at syngja, danski sangarin Guido Paevatalu, svenskarin Ingvar Wixell og norðmaðurin Hans Iversen teljast eisini millum teirra, ið fara at leggja rødd til løg eftir Regin Dahl.

? Regin Dahl hevur gjørt um 400 løg.Av hesum hava vit valt 18, sigur Ernst Dalsgarð.

Útlendsku sangararnir fara at syngja løg, sum Regin gjørdi til svenskar, norskar og danskar yrkingar.

Løgini vera eisini løgd til rættis av nýggjum. Og her eru allir arrangørarnir føroyskir: Sunleif Rasmussen, Bjarni Restorff, Pauli í Sandágerði, Kári Bæk, Ólavur Jakobsen og Ernst Dalsgarð hava allir arrangerað løg hjá Regin.

Sunleif Rasmussen, ið annars hevur nógv um at vera sum komponist í donskum høpi, leggur fýra av teimum 18 sangunum til rættis.

Um kompositiónirnar hjá Regini sigur Sunleif:

? Løgini hjá Regini eru í veruleikanum ógvuliga ymisk. Eitt hava tey tó til felags ? og tað haldi eg, hann ger øgiliga gott ? tað er, at hann tekur tekstin í fullum álvara.

? Annars havi eg fingið nótarnar, har bert melodilinjar er skrivað niður. So harmoniseri eg sjálvur.

Hóast talan um eitt rættiliga stórt projekt, so eru arrangementinið, sum Sunleif hevur gjørt, ætlað til smærri eindir.

? Okkurt er við guitara og fløjtu, og er við klaver og cello. Talan verður um eini 3 til 4 ljóðføri á hvørjum lagi, sigur Sunleif Rasmussen.