Norðurlendska bókasavnsvikan byrjar í morgin

Norðurlendska bókasavnsvikan verður dagarnar 10. til 16. november

Norðurlendska bókasavnsvikan verður í ár hildin fyri 18. ferð, og mánadagin 10. november verður tann stóri upplestrardagurin. Á hvørjum ári luttaka umleið 2000 stovnar. Hetta merkir at tíggjutúsundatals børn og vaksin lurta eftir sama teksti samstundis í 11 ymsum londum og sjálvstýrandi økjum.

 

Evnið í ár er "Trøll í norðurlondum".

 

Bjóðað verður fólki at taka lut í Norðurlendsku bókasavnsvikuni, ein upplestraruppliving, har bókasøvn, skúlar, dagstovnar og deildir hjá norrønu feløgunum um øll Norður- og Baltalond lesa upp úr somu norðurlendsku bókmentum samstundis.

 

Fyrireikarnir skriva: - Farið inn á heimasíðu okkara www.bibliotek.org fyri at fáa meiri at vita um Norðurlendsku bókasavnsvikuna og verið við í norðurlendska bókmentafelagsskapinum! Tað er ókeypis at taka lut og skrásetingin fer fram á heimasíðuni.

 

Föreningarna Nordens Förbund skipar fyri Norðurlendsku bókasavnsvikuni í samstarvi við norrønu feløgunum og Norðurlendska ráðharraráðið stuðlar.