Norðurlendkst samstarv um barnabók

Eivør Pálsdóttir hevur gjørt tónleikin í hesum bóka- og fløgusamstarvið við Helgu Arnalds úr Íslandi og Charlotte Bøving úr Danmark

Fríggjadagin kom út nýggja barnabókin og fløgan við heitinum Skrímslið, lítla systir mín. Saman við bókini fæst fløga við trimum barnasangum, og Eivørsøgan, sum Eivør lestur.

 

Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra ein av sangunum á fløguni.

 

Bókin er bygd á skuggaleikin við sama heitið. Leikurin var eitt samstarv ímillum íslendsku Helgu Arnalds, donsku Charlotte Bøving og Eivør. Helga skrivaði leikin, Charlotte leikstjórnaði, meðan Eivør skrivaði tónleikin og sangirnar.

 

Bókin snýr seg um Bjart, ið fær lítla systur og skilur ikki, at vaksin fólk kunnu blendast av hesum. Síggja tey ikki, at hetta er eitt skrímsl?

 

Á vegnum lærir Bjartur at elska lítlu systur sína.

 

Nú bókadagar eru í Norðulandahúsinum verður høvi at síggja Helgu framføra leikin og barnakonsert verður, har Eivør fer at framføra skrímsla sangirnar. Leygardagin ber eisini til at tekna Skrímsl saman við Bjørk, ið gjørdi tekningarnar.