Norðurkorea simuleraði eitt kjarnorkuálop

Umframt at simulera, at landið skeyt kjarnorkubumbur eftir Suðurkorea, sendi einaræðið í simuleringini eisini tvær bumbur eftir USA.

 

Einaræðið í Norðurkorea váttar, at landið í dag hevur havt eina venjing, ið snúði seg um at raka mál í Suðurkorea við kjarnorkubumbum.

 

Tað veit tíðindastovan Reuters at siga, sum vísir til statsrikna tíðindastovu í Norðurkorea, sum verður stýrt við einaræði.

 

Umframt at simulera, at landið skeyt kjarnorkubumbur eftir Suðurkorea, sendi einaræðið í simuleringini eisini tvær bumbur eftir USA.

 

- Bumburnar vórðu sendr eftir USA sum ávaring um hjáveruna í økinum, leggur norðurkoreanska tíðindastovan aftrat.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at lesur tú um Norðurkorea, verður sagt, at stjórnarskipanin er afturlatið einaræði.

 

Landsins leiðari, Kim Jong-un, er abbasonur, Kim Il-Sung, sum var fyrsti leiðari í Norðurkorea.

 

Kim Jong-un tók yvir stjórnarvaldið eftir pápa sín, Kim Jong-il, sum aftur tók við valdinum eftir pápa sín, Kim Il-Sung, í 1994.

 

Kim Jong-il sat við valdinum í Norðurkorea fram til deyða sín í 2011, tá Kim Jong-un setti seg við borðendan.

 

##med2##

 

 

 

Soleiðis skrivar norska Dagbladet í kvøld, sum endurgevur Reuters og norðurkoreanskar miðlar.