Ein loynilig frágreiðing vísir, at Norðurkorea í fleiri førum roynir at snúgva sær undan buskaparligu tvinguni hjá ST.
Royndin hjá ST at fáa Norðurkorea at akta og gevast við royndunum at gerast eitt kjarnorkuveldi er sambært nýggjari frágreiðing hjá ST ikki væleydnað.
Norðurkrea hevur ikki steðgað menningini av hvørki kjarnorkuvápnum ella rakettum. Tað vísir ein frágreiðing í trúnaði, sum ST hevur gjørt, sambæmart tíðndastovunum Reuter og AFP.
Harumframt roynir stýrið í Pyongyang upp á fleiri mátar at sleppa uttan um hørðu tiltøkunum, sum ST hevur álagt landinum fyri at gera búskapin veikari.
Norðurkorea útflytir framvegis kol, jarn, klæði, fisk og skeljadjór eins og nógv annað, sum tryggjar landinum harðan valuta.
Inntøkur í dollarum og øðrum úrlendskum gjaldoyra verða hildnar at vera avgerandi fyri, at Norðurkoera er ført fyri at fíggja vápnaætlanirnar.
Norðurkorea snýr sær eisini undan forboðnum ímóti at keypa ráolju og oljuúrdráttir.
Tað verður gjørt, so sum eisini fyrr er greitt frá, við at skip úr øðrum londum á opnum havi flyta olju umborð á norðurkoreansk tangaskip, sum síðani seta kós ímóti havn í heimlandinum við farminum, sum landið tráar eftir
Í minsta lagi 40 før hava verið við í hesum virksemi, sum ikki tolir dagsins ljós, sambært frágreiðingini.
– Norðurkorea hevur ikki steðgað kjarnorku- og rakettætlanum sínum og heldur fram við at standa ímóti avgerðunum hjá Trygdarráðnum við alsamt fleiri ólógligum flutningum av olju og koli millum skip á opnum havi í ár, stendur í frágreiðingini.
Og tað ger, at seinastu tiltøkini ikki »hava riggað«, er niðurstøðan í frágreiðingini við at sipa til, at ST hevur lagt loft á bæði innflutning av olju og útflutning av koli.
Tað eru óheftir serfrøðingar, sum hava kannað tiltøkini, sum hava gjørt frágreiðingina, sum í gjárkvøldið var latin ST-Trygdarráðnum.
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, sigur í dag, undan eini trygdarráðstevnu í Singapore, at tað er týdningarmikið at halda fast við »búskaparliga og diplomatiska trýstið á Norðurkorea fyri at náa ta endaligu og fullkomnu kjarnorkuavduppingina, sum Norðurkorea hevur góðtikið«.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, og norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un, vórðu á toppfundi í juni samdir um, at Norðurkorea skal sleppa sær av við kjarnorkuvápn síni, men stýrið í Norðurkorea hevur ikki upplýst, hvussu tað fer at halda ta lyftið.
/ritzau/









