Norðurkorea við 134.510 nýggjum smittutilburðum

Hin 12. mai upplýsti Norðurkorea, at landið nú hevur fingið sína fyrstu koronubylgju.

Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-Un, viðgongur nú, at koronu-farsóttin eisini hevur rakt landið hjá honum.

Norðurkorea sigur, at tey hava skrásett 134.510 nýggjar fepurtilburðir, sum tey rópa koronu.

 

Tað er Reuters, sum ber hesi tíðindi frá statsriknu norðurkoreansku tiðindastovuni, KCNA.

 

Hildið verður, at landinum vantar kanningarútgerð, og tí er Norðurkorea neyvan ført fyri at siga neyva talið av koronutilburðum.

 

Í staðin skráseta heilsumyndugleikarnir í landinum fólk við "fepurtilburðum".

 

Hin 12. mai upplýsti Norðurkorea annars, at landið nú hevur fingið sína fyrstu koronubylgju.

 

Hetta var samstundis fyrstu ferð, at Norðurkorea viðgekk, at koronusmitta er í landinum.

 

 

 

Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-Un, viðgongur nú, at koronu-farsóttin eisini hevur rakt landið hjá honum.