Norðurírar rokna við torførum dysti

Norðurírskur frásøgumaður væntar, at Føroyar kunnu arga Norðurírland í kvøld

In.fo hevur tosað við Joel Taggart, ið er frásøgumaður á norðurírsku BBC-rásini.

 

Tað hevur gingið væl hjá Norðurírlandi í hesari undankappingini. Við einum sigri í kvøld kunnu norðurírarnir taka eitt sera stórt fet ímóti EM-endaspælinum í Fraklandi komandi ár.

 

- Norðurírska liðið er væl fyri, og tað eru tvær orsøkir til tað. Liðið hevur mestsum verið tað sama ígjøgnum alla undankappingina. Skaðar og leikbann hava ikki argað nakað serligt. Harafturat hevur Kyle Lafferty, ið er fremsti áleyparin hjá Norðurírlandi, gjørt tað sera væl til hesa undankappingina. Hann hevur skorað fimm mál í seks dystum í hesari undankappingini. Hann hevur mangan verið munurin á Norðurírlandi og mótstøðuliði teirra. Kyle Lafferty hevur ikki spælt fast á liði sínum, meðan hendan undankappingin hevur staðið á, men kortini hevur hann megnað at staðið seg væl og verið stóri profilurin hjá Norðurírlandi. 

 

Søguliga hevur tað gingið væl hjá Føroyum á heimavølli ímóti Norðurírlandi. Í roynd og veru hevur Norðurírland ongantíð vunnið í Føroyum, tí at tá norðurírar vóru útilið og bastu føroyingar 0-5 í 1991, varð dysturin spældur í Landskrona. Joel Taggart er eisini fullgreiður um søguna ímillum londini bæði.

 

- Norðurírar hava virðing fyri Føroyum orsakað av fótbóltssøguni ímillum londini. Sjálvur var eg fjeppari til dystin í Belfast í 1991, tá ið Føroyar og Norðurírland spældu 1-1, og fyri fimm árum síðani (í oktober 2010) var eg á Svangaskarði, tá ið dysturin ímillum Føroyar og Norðurírland aftur endaði 1-1. Í dag er norðurírska liðið blivið betri, men tað síggi eg, at føroyska landsliðið eisini er blivið.

 

Spurdur um endaliga úrslitið í kvøld er Taggart eitt sindur ivasamur á málinum.

 

- Eg vænti, at hetta verður ein tættur og spennandi dystur. Millum annað verður spælt á graslíki, og tað er ein sjálvsagdur fyrimunur fyri føroysku leikararnar, ið eru vanir við at spæla á graslíki. Tað eru norðurírarnir ikki. Tó vil eg leggja afturat, at dagsins vøllur á Tórsvølli er betri enn tann á Svangaskarði, har liðini spældu fyri sløkum fimm árum síðani. Dysturin verður sera spennandi, og endaliga úrslitið fer at liggja ímillum 0-0 og 1-1, sigur Joel Taggart at enda.