Hóast heystið nærkast, so er summarið helst ikki heilt farið aftur um bak.
Leygardagurin hevði góðveður við sær, og óivað gleddust mong, tí bæði norðanfyri og sunnanfyri vóru nøkur av síðstu summartiltøkunum í ár.
Á Viðareiði var Norðfestivalur, har danski bólkurin TV2 var eitt høvuðsnavn, og fyrireikararnir hava verið frammi og sagt, at festivalurin eydnaðist sera væl.
Í Suðuroynni vóru eisini tiltøk. Á Tvøroyri var Suðurljóð, har 9 nøvn í gjár høvdu 18 stovukonsertir í Trongisvági. Suðurljóð skiftir grannalag hvørt ár. Á pall fóru
Hamradun, Anfin Nielsen, Magni Christiansen, Lena & Niclas, Kristel Lisberg, Jógvan Hansen, Elin Brimheim Heinesen, Rókur Jákupsson og Dagfinn Olsen. Tiltakið eydnaðist sera væl í góðveðrinum, frættist av Tvøroyri.
Í Vági var árligi Johannudagurin, har byrjað varð fríggjakvøld, innan stóra dagin leygardagin, ið byrjaði við skattaveiðu fyri børn. Síðan var stóra vatnkríggið, har Brimil tekur lut, og smábátar, meðan fólk eisini hava møguleika at taka lut á bryggjuni.
Á kvøldið var møguleiki at fáa ein betri bita í tjaldinum á bryggjuni, innnan bryggjudansin, har Hans Jacob og Vinmenn spældu. Og eisini her spældi veðrið við, og eydnaðist dagurin væl, frættist.
Eitt hendingaríkt vikuskifti er farið framvið.