Byggifyritøkan Norðsetur, sum hevur støð Úti við Neyst í Hvalvík, hevur í løtuni trý støk sethús í gerð í høvuðsstaðarøkinum.
Tey eini húsini verða bygd við Villingardalsvegin í Havn. Hetta eru eini størri sethús, sum eru eitt sindur øðrvísi teknaði enn onnur hús, sum fyritøkan byggir.
Í Hjaltarók í Havn byggir Norðsetur eisini eini vanlig sethús og sama er í Traðargøtu á Argjum.
Helgi Olsen, stjóri í Norðsetur, sigur, at sethúsini við Villingardalsvegin og í Hjaltarók eru liðug uttan, og nú verður arbeitt við el og hita.
- Hinvegin eru sethúsini, sum vit byggja á Argjum, ikki komin upp enn, men grundin er stoypt.
Við Norðskála hevur Norðsetur eisini eitt størri arbeiði í gongd í løtuni. Talan er um ein handilsbygning, sum verður millum 900 og 1000 fermetrar stórur.
Helgi Olsen sigur, at um einar 14 dagar ella so fer hesin bygningur at standa reistur. Hetta er ein handilsbygningur í einari hædd.
- Umframt hesi arbeiði, sum Norðsetur ger í løtuni, eru eisini nøkur onnur byggiarbeiði, sum fara í gongd í næstum.
Helgi Olsen sigur, at 20 mans arbeiða fyri Norðsetur-fyritøkuna í løtuni.
Myndin er av einum sethúsum, sum Norðsetur nýliga hevur bygt í Streymnesi.