Nordpluss gevur møguleikar: Ùt í heim at læra

Innan Nordplus samstarvið eru hópin av møguleikum, bæði innan barnaskúlan, hægri útbúgvingar, vaksamannaútbúgvingar og málmenning. Skipanin gevur føroyingum atgongd til umheimin, og til ber eisini at søkja um fíggjarligan stuðul

Útbúgving

 

 

Aftur í ár ber til at søkja Nordpluss skipanina um pening til verkætlanir, ið hava til endamáls at menna samstarvið ímillum norðurlendsku og baltisku londini í skúla- og undirvísingarhøpi. Og hetta fevnir um alt frá barnagørðum til hægri lestur og til vaksnamannaundirvísing.

 

Nordplus er býtt upp í fýra skipanir:

 

*Nordplus junior

Henda skipanin er ætlað menning á norðurlendskum-baltiskum samstarvi á skúlaøkinum. Skipanin vendir sær bæði til fólkaskúlanæmingar, lærarar, leiðslur og onnur starvfólk á námsfrøðiliga økinum. Privatskúlar og miðnámsskúlar eru eisini fevndir av junior skipanini.

Men tað eru ikki ein treyt, at tað skal vera í skúlahøpi. Skipanin røkkur nevniliga heilt niður til barnagarðar, forskúlar og privatskúlar, sum eisini kunnu søkja um stuðul til verkætlanir.

 

*Nordplus hægri útbúgving

Henda skipanin er ætlað at menna samstarv og netverk fyri lesandi, lærarar og onnur starvsfólk innan hægri útbúgvingar.

 

*Nordplus Vaksin

Sum navnið sigur, snýr henda skipanin seg um læring hjá vaksnum. Henda skipanin er ætlað at menna samstarvið fyri fólksliga upplýsing og undirvísing hjá vaksnum. Hon vendir sær til øll feløg, áhugabólkar, stovnar og skúlar, sum hava við vaksin at gera.

 

*Nordplus Horisontal

Hetta er ein tvørgangandi skipan, ið leggur upp til, at stovnar av ymiskum slag arbeiða saman og bróta upp úr nýggjum. Her kunnu tær verkætlanir fáa stuðul, sum fara út um hinar bólkarnar, og sum arbeiða við øðrum, nýggjum og breiðari málum.

 

*Nordplus Mál og mentan

Hesin bólkurin vendir sær bert til norðurlendingar. Her ber til hjá flokkum í fólka- og miðnámsskúlanum at søkja um stuðul til m.a. umbýti av flokkum. Eisini fyriskipan av ráðstevnum, skeiðsvirksemi o.a. kann fáa stuðul higani. Endamálið er at menna støðuna hjá norðurlendsku málunum og mentanunum.

 

Ár um ár skifta evnini, sum stuðul verður latin til. Og evnini eru ikki eins fyri allar bólkarnar. Tó er eitt høvuðsevnið á ovast á breddanum fyri allar bólkarnar í 2009, og tað er veðurlagsbroytingar.

 

Meiri fæst at vita á:

www.ask.fo

www.nordplusonline.org

www.ciriusonline.dk/nordplus/

 

 

------------------------

 

 

Fakta um Nordpluss

*Nordpluss er ein skipan hjá Norðurlendska ráðharraráðnum

*Skipanin eggjar til samstarv ímillum Norðurlond og baltisku londini

*Endamálið er at styrkja norðurlendska-baltiska felagskapin og samleikan

*Øll innan skúlaverkið, umframt stovnar og felagsskapir, ið hava áhuga fyri samstarvi í útbúgvingarmálum, kunnu søkja um pening

*Umsóknarfreistin 2009 er 2. mars

*Til ber at fáa starvsfólk frá ASK út á skúlar og stovnar at kunna meiri um skipanina