- Vit eru ógvuliga væl nøgdir við bátin, sum longu nú hevur verið brúktur til onkran sjúkraflutning. Vit eru tøkir, tá brúk er fyri okkum. Myndirnar av nýggja Ziska tók Birgir W. Høgnesen.

Norðoyingar hava fingið ein nýggjan og størri Ziska

- Gamli Ziska er 16 metrar langur og gongur einar 13-14 míl. Hesin er bæði longri og breiðari, og vanlig ferð liggur um 20 míl.

- Vit eru ógvuliga væl nøgdir við bátin, sum longu nú hevur verið brúktur til onkran sjúkraflutning. Vit eru tøkir, tá brúk er fyri okkum. Myndirnar av nýggja Ziska tók Birgir W. Høgnesen.

Norðoya Bjargingarfelag hevur fingið ein nýggjan Ziska til bjarging, sleip og sjúkraflutning. Báturin, sum er bygdur í Noregi í 1986, hevði navnið Skomvær III, og tað var Redningsselskapet í Noregi, sum átti bátin.

 

Hóast báturin hevur fleiri ár á baki sum bjargingarbátur í Noregi, er hann bæði snøggur og í góðum standi, og í Norðoya Bjargingarfelag eru tey sera væl nøgd við keypið, sum felagið hevur gjørt.

 

Formaðurin í felagnum, Jákup Jacobsen, sigur, at nýggi báturin er 19,60 metrar langur og 6,30 metrar breiður. Í bátinum, sum hevur tveir MAN-motorar, eru trý kømur, og her er bæði salong, galla, brúsa og wc.

 

- Gamli Ziska er 16 metrar langur og gongur einar 13-14 míl. Hesin er bæði longri og breiðari, og vanlig ferð liggur um 20 míl. Er talan um uppgávur, har tíðin er avgerandi, kann ferðin koma upp á einar 25 míl.

 

Formaðurin í Norðoya Bjargingarfelag sigur, at tað verður nógv liviligari hjá manningini umborð í nýggja bátinum.

 

- Í Noregi búðu vanliga tríggir mans umborð í bátinum. Har kann teinurin millum menninar, sum eru knýttir at sjóbjarging, vera langur, men her hjá okkum verður ikki neyðugt hjá monnum at búgva umborð.

 

Nýggi Ziska hevur eisini eina sleipimegi á eini átta tons, og tískil er báturin eisini vælegnaður til sleip, sum er ein vanligur partur av uppgávunum hjá bjargingarfelagnum.

 

- Vit eru ógvuliga væl nøgdir við bátin, sum longu nú hevur verið brúktur til onkran sjúkraflutning úr Kalsoynni. Vit eru tøkir, tá brúk er fyri okkum, sigur formaðurin í Norðoya Bjargingarfelag.

 

##med2##

 

Hann vísir á, at felagið eisini hevur arbeitt við møguleikanum at byggja ein nýggjan bjargingarbát í Bretlandi, haðani gamli Ziska er, men hann ásannar, at hetta hevði verið ein ov stór fíggjarliga avbjóðing fyri felagið.

 

Uttan at siga, hvussu nógv Ziska er keyptur fyri úr Noregi, sigur Jákup Jacobsen, at ein nýbygningur úr Onglandi, sum er væl størri enn gamli Ziska, helst hevði kostað einar 30 miljónir krónur.

 

- Vit eru sera væl nøgdir við keypið, sum vit nú hava gjørt. Vit hava fingið ein góðan bát, sum vónandi kemur at tæna felagnum og umhvørvinum her í Norðoyggjum og aðrastaðni, sigur formaðurin í Norðoya Bjargingarfelag.

 


 

 

- Vit eru ógvuliga væl nøgdir við bátin, sum longu nú hevur verið brúktur til onkran sjúkraflutning. Vit eru tøkir, tá brúk er fyri okkum. Myndirnar av nýggja Ziska tók Birgir W. Høgnesen.

Mynd: Birgir W. Høgnesen.