Norðoyingar eru nú sambandsfólk

Sambært kanningini, sum Gallup hevur gjørt fyri Tjóðveldi á Fólkatingi, so er norðoyingar ikki longur treystastu loysingarfólk, so sum tey vóru í 1946

Sambært kanningini, sum Gallup hevur gjørt fyri Tjóðveldi á Fólkatingi, so er norðoyingar ikki longur treystastu loysingarfólk, so sum tey vóru í 1946

 

Ta ferðina vildu tveir triðingar av øllum norðoyingum hava loysing her og nú. 954 atkvøddu fyri loysing og 398 ímóti. 67,3 prosent fyri og 28,1 prosent í móti. Í Norðoya valdømi var undirtøkan størst fyri at loysa Føroyar úr Danska ríkinum.

 

Men tað er hon als ikki nú. Er kanningin hjá Gallup eftirfarandi, so eru norðoyingar næstan líka sambandshugaðir, sum suðuroyingar. 40 prosent av suðuroyingum og 48 prosent av norðoyingum eru beinleiðis ímóti, atføroyingar skulu miðja eftir at gerast sjálvstøðug tjóð.

 

Niðanfyri síggja vit úrslitið av fólkaatkvøðuni 14. september í 1946, tá føroyingar atkvøddu, um Føroyar skuldu loysa frá Danmark, Pkt 2, ella um »stjórnaruppskotið«, Pkt 1, sum snúði seg um at varðveita sambandið við Danmark – sum endaði við heimastýrislógini í 1948.

 

Pkt 1

Pkt 2

Ógyldugar

Tils.

Valrætt

Luttøka

Norðoyggjar

398

28,1%

954

67,3%

65

4,6%

1.417

2.220

63,8%

Eysturoy

1.372

54,4%

1.051

41,6%

101

4,0%

2.524

3.854

65,5%

Norðstreymoy

544

45,2%

621

51,6%

38

3,2%

1.203

1.679

71,6%

Vágarnar

434

40,0%

616

56,7%

36

3,3%

1.086

1.485

73,1%

Suðurstreymoy

673

31,7%

1.309

61,7%

138

6,5%

2.120

3.323

63,8%

Sandoy

286

36,5%

465

59,4%

32

4,1%

783

1.053

74,4%

Suðuroy

1.783

71,6%

640

25,7%

68

2,7%

2.491

3.602

69,2%

Tilsamans

5.490

47,2%

5.656

48,7%

478

4,1%

11.624

17.216

67,5%

 

Niðanfyri sæst veljarakannigin, sum Gallup gjørdi fyri Tjóðveldi á Fólkatingi: