Øll ítróttarfeløg, frítíðarfeløg og einstaklingar, sum eru áhugaði at gera Norðoyastevnuna 1998 so fjølbroytta sum møguligt eru vælkomin.
Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð hevur fastlagt, at stevnan verður í døgunum frá 4. til 7. juni, tað vil siga at stevnan verður ein dag longri enn vanligt.
Á norðoyastevnuni 1997 stóð NFÍ fyri øllum tiltøkunum á stevnuni og sum heild eydnaðist stevnan stak væl, og nú stevnan verður ein dag longri, er ætlanin tann, at gera norðoyastevnuna 1998 enn betur og fjølbroyttari enn 1997 og til tað krevst, at nógv feløg og einstaklingar møta upp til fundin hóskvøldið kl. 19.00.
Símun á Høvdanum,
formaður NFÍ










