Í dag, fríggjadagin 20. desember 2013, lækkar Norðoya Sparikassi lægstu sethúsarentuna 0,3 prosentstig niður í 3,95 prosent.
Og tann 1. februar lækka ávísar innlánsrentur við upp til 0,3 prosentstig.
Rentan á eftirlønarkontum verður ikki ávirkað av hesi rentulækking, sigur Sparikassin.
- Lækkingin stendst av broytingum á føroyska og danska fíggjarmarknaðinum, sigur Norðoya Sparikassi.










