Norðoya Sparikassi hækkar inn- og útlánsrentur

Evropeiski Miðbankin og Danski Tjóðbankin hava í síðstu viku aftur hækkað leiðandi renturnar, hesa ferðina við 0,5 %-stigum. Av hesi orsøk hækka inn- og útlánsrentur í Norðoya Sparikassa eisini.

 

Rentur á innlánum og útlánum hækka við upp til 0,3 %-stig við gildi frá 3. februar 2023.

 

Rentuyvirlitið á heimasíðu sparikassans www.ns.fo verður dagført, tá ið broytingarnar koma í gildi.