Meðan tað stendur verri til við toskafiskiskapi í Føroyum, so er støðan ein heilt onnur í Noregi.
Norska Kystmagasinet skrivar, at Noreg hevur sett met, og hava norðmenn upplivað besta mai mánaðin nakrantíð, tá talan er um sølu av toski, hýsu, upsa o.ø. hvítfiski. Útflutningsvirði hjá norskum útflytarum av hesum fiskasløgum í mai í ár er 1,03 miljardir norskar krónur. Tað svarar til 843 miljónir krónur í okkara peningi.
Talan er um eina virðisøking uppá 27 prosent í mun til mai mánað í fjør. Tað er serliga klippfiskurin og feskfiskaútflutningurin, sum slær øll met fyri ein mai mánað, tá talan er um útflutningsvirði.
Ove Johansen frá Norges Sjømatråd lýsir støðuna soleiðis í samrøðu við Kystmagasinet: - Okkara týdningarmiklasti toskamarknaður, Portugal hevur keypt minni av toski fyrr í ár, men í mai hevur Portugal staðið fyri yvir 30 prosent av útflutninginum. Óvanliga góðir prísur á klippfiski, saltfiski og feskum fiski gevur tann besta mai mánaðin hjá norskum fiskaútflutningi nakrantíð, sigur Ove Johansen við Kystmagasinet.
Ove Johansen frá Norges Sjømatråd er tó stúrin, tá talan er um tann kinesiska marknaðin:- Myrk skýggj eru í havsbrúnni við heilsufrøðiligum trupuleikum, tá talan er um útflutning av frystum fiski til Kina, staðfestir Ove Johansen.