Norðmenn eru teir lakastu at brúka hít

Millum norðurlond er Svøríki einasta landið, har nýtslan av hít hevur verið á sama støði sum árið fyri

Nýtslan av hít millum norðmenn hevur verið javnt veksandi seinastu árini, men nú vísa nýggjastu tølini, at nýtslan aftur er minkað.

 

Ein kanning, sum RFSU (Riksforbundet For Seksuel Upplysning) hevur gjørt, vísir, at 35 prosent av teimum spurdu í Noregi høvdu brúkt hít seinasta árið.

 

Tað er ein minking í mun til árið fyri, tá 37 prosent søgdu seg hava brúkt hít undir kynsligari samlegu.

 

Sama gongd sæst eisini í hinum norðurlondunum, har Svøríki er einasta landið, har nýtslan hevur verið á sama støði sum árið fyri.

 

- Tølini vuksu undir farsóttini, tá smittuverja stóð ovarlaga í huganum hjá teimum flestu, sigur Pål Hansen í RFSU í tíðindaskrivi.

 

Hann er órógvaður um minkandi nýtsluna av hít millum norðmenn og vísir á, at hítin er einasta verja móti óynsktum barnsburði og kynssjúkum.

 

Tíðindastovan NTB skrivar, at samanborið við onnur norðurlond, eru norðmenn teir lakastu at brúka hít.

 

- Danmark liggur trý prosent omanfyri Noreg, har 38 prosent søgdu seg hava brúkt hít seinasta árið, verður lagt aftrat.