-Fíggjarligur kriminalitetur er ein hóttan ímóti grundleggjandi virðum í norska samfelagnum, sigur Egil Kristiansen, deildarstjóri hjá skattaverkinum.
Tøl hjá skattavaldinum vísa, at árliga verður arbeitt svart fyri 420 milliardir krónur. Tað merkir, at umleið 150 milliónir krónur í skatti og avgjøldum koma ikki til høldar.
Sambært norsku kriminalløgregluni eru tað serliga eitt nú reingerð, hárfríðkan, byggivinna og landbúnaður, sum brúka svart arbeiði, og tí ætla myndugleikarnir sær at halda eitt serliga vakið eyga við hesum vinnugreinum, skrivar Dagsavisen.