Norðlýsið fer dagsferð til Stóra Dímunar

Til ber at vitja Stóra Dímun, tá føroyska sluppin, Norðlýsið, ger ein túr til oynna.

Í morgin fáa ferðafólk ein forkunnugan møguleika at vitja Stóra Dímun við skipi. Tað er Birgir Enni, skipari umborð á Norðlýsinum, sum í morgin skipar fyri einum túri til Stóra Dímun.


Farið verður úr Vágsbotni kl.08.00 rokna við at vera aftur í Havnini millum kl. 18 og 20.00


Til ber at tryggja sær pláss við at sms ella ringja til skiparan á 218520.