Nordlys minni slagsíðu nú

Norska strandfaraskipið Nordlys hevur ikki so stóra slagsíðu nú sum fyrr í dag. Tá lá skipið 22 stig á bakborð, men myndugleikarnir siga, at nú er slagsíðan millum 16 og 17 stig.

Løgreglan í Ålesund sigur, at sjógvur kemur framvegis í skipið, men nú eitt niðurlendskt felag er komið við fimm pumpum afturat, fer meiri sjógvur úr skipinum enn inn. Tí hava myndugleikarnir nú góðar vónir um, at tað fer at bera til at fáa skipið aftur á rættkjøl.

Lastin umborð á Nordlys er í tveimum. Onnur helvtin er tømd, men nakað av sjógvi er eftir í hinum lastarúminum, sigur løgreglan.

Tveir av manningini lótu lív, og fleiri máttu á sjúkrahús, tá eldur kom í maskinrúmið á Nordlys gjáramorgunin.