Nordjysk Lift í nýggjum virkisbygningi

Útleigufyritøkan Nordjysk Lift er flutt í nýggjan virkisbygning á Hjalla. Í hesum sambandi verður almenn móttøka og framsýning fríggjadagin 6. november

Í sambandi við at føroyska deildin hjá donsku útleigufyritøkuni Nordjysk Lift er flutt í nýggjan virkisbygning á Hjalla verður almenn móttøka fríggjadagin 6. november frá kl. 14 – 17, har bygningurin verður sýndur fram eins og maskinur og amboð, sum fyritøkan leigar út.


Deildin í Føroyum er tann 19. í danska kongaríkinum. Nýggi virkisbygningurin er upp á 500 fermetrar. Talan er um ein stóran og høgan bygning, har maskinur í øllum støddum passa inn.


Leiga heldur enn at eiga, eru slagorðini hjá Nordjysk Lift. Tað eru nógvir fyrimunir hjá arbeiðstakarum og privatfólki at leiga sær arbeiðstól til uppgávur, sum annars krevja nógva arbeiðsorku ella stórar íløgur. Vit skulu vera amboðsdeildin hjá arbeiðstakarum í Føroyum, sigur Geir Wardum, dagligur leiðari í fyritøkuni, sum leigar út arbeiðstól í so gott sum øllum støddum.