Summararbeiði
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík:
Hevur tú ikki nóg mikið av peningi til at halda summarfrítíð uttanlands, so er hetta eingin forðing fyri dreyminum um eina uttanlandsferð.
Ert tú millum 19 og 26 ár, so gevur NordJobb í Føroyum tær møguleika fyri at fara til eitt av Norðurlondunum í summarfrítíðini at arbeiða.
Uppliva norðurlenska mentan
Karl Birgir Isaksen, formaður í NordJobb í Føroyum, sigur, at endamálið við NordJobb er at styrkja um samanhaldið í Norðurlondum. Við í samstarvnum eru Finland, Grønland, Danmark, Ísland, Noreg, Svøríki, Áland og Føroyar.
- Vit ynskja at bjóða ungum fólki undir víðari útbúgving møguleikan fyri at uppliva hini Norðurlondini og tað norðurlenska samstarvið, umframt at vit eisini ynskja at norðurlenska málið verður lættari at skilja fyri øll, sigur Karl Birgir.
Umframt eitt summararbeiði uttanlands, so skipar Nord Jobb eisini fyri ymsum frítíðarvirksemi, so tú kemur at kenna landið, tú arbeiður í, betur. Umframt hetta verður tú eisini ein stóran part av tíðini saman við øðrum ungum fólki, sum eisini eru við í NordJobb-samstarvinum.
- Á henda hátt uppliva tey ungu ikki bara mentanina í landinum, tey hitta samstundis ung fólk frá fleiri norðurlenskum londum í senn, øll við hvør síni mentan, greiðir Karl Birgir frá.
Styrkja norðurlenskt samstarv
Norðurlond hava í fleiri ár havt ein felags arbeiðsmarknað, sum ger, at ikki er neyðugt at søkja um arbeiðsloyvi í hvørjum einstøkum landi.
- Hettta er ein av fyritreytunum undir NordJobb, umframt at vit eisini vilja styrkja um tað norðurlenska samstarvið, sigur Karl Birgir.
- Vit kunnu betur gera gagn av vitanini hjá hvør øðrum, um vit arbeiða tætt saman. Eitt tætt samarbeiði millum lond gevur eisini eina ríkari mentan, samstundis sum møguleikarnir fyri útbúgving og arbeiði gerast nógv størri.
Karl Birgir leggur afturat, at eitt tætt samstarv gevur eina betri samskipan á tí altjóða pallinum.
- Við eini felags dagskipan kunnu vit verða við til at virka fyri einum friðaligum Europa, samstundis sum mentunnarlívið í hvørjum einstøkum landi gerst ríkari av einum góðum samstarvi, sigur Karl Birgir.
Øll kunnu søkja
- Tað einasta, vit krevja av umsøkjarnunum, er, at tey eru millum 19 og 26 ára gomul, og duga at tosa og skilja danskt, norskt og svenskt, sigur Karl Birgir.
- Síðan finna vit fram til ymsar arbeiðsgevarar, sum so velja út, hvønn teir ynskja at fáa til arbeiðis.
Annars sigur Karl Birgir, at arbeiðsplássini, sum NordJobb bjóðar fram, eru sera ymisk.
- Í Føroyum kanst tú til dømis hjálpa einum bónda, meðan tú í Svøríki møguliga sleppur inn á eina el-verksmiðju. Arbeiðini spenna víða, og vit skuldu havt okkurt til øll, sigur hann.
Freistin fyri at søkja um at verða við í NordJobb er sett at verða tann 1. juni. Meir kunning er at finna inni á heimasíðuni, sum er www.nordjobb.net.