Í vár var Norðurlandahúsið karmur um Trance Atlantisku konsertina, við elektroniskum tónleiki og einum heldur meira ungdommiligum profili enn vanligt hevur verið í Norðurlandahúsinum.
Nú er greitt, at nøkurlunda sami leistur verður at uppliva í februar komandi ár, tá norðurlendska konsertferðin Nordisk 2014 kemur til Føroyar,
Konsertferðin sýnir fram fýra nýggjar norðurlendskar bólkar, ið eru vælumtóktir í heimlandinum, talan er um donsku Sekuoia, íslendsku Good Moon Deer, norsku Sea Change og føroysku Byrta.
Bólkarnir spæla 10 konsertir í Danmark og 4 konsertir í Íslandi og Føroyum.
Leygardag 15. februar vitjar konsertferðin í Norðurlandahúsinum.