Mynd: Robbie Williams
Myndatekstur: (Scanpix Danmark) Robbie Williams var størsta stjørnan í Forum leygarkvøldið.
Nordic Music Awards
Leygarkvøldið vóru norðurlendsku tónleikavirðislønirnar Nordic Music Awards handaðar, og planet.fo var á staðnum. Virðislønirnar er ein felags sjónvarpssending, sum sviar, danir og norrmenn gera. Í ár var tiltakið í Keypmannahavn.
Stór nøvn
Hóast Nordic Music Awards er eitt nýtt rættuliga sjónvarpskonsept, so hava Svørríkið, Noreg og Danmark hvørt í sínum lag havt tónleikavirðislønir í nógv ár, men eigin ivi er um, at við at savna virðislønirnar, er tiltakið vaksið nógv og vorðið nógv meira lokkandi fyri tónleikanøvn at luttaka á bæði fyri norðurlendsk og útlendsk. Sostatt var møguligt at uppliva m.o. Pharrel, Coldplay, Robbie Williams, Shakira, Kent, Cardigans, Outlandish og Mew. Hetta sáðst aftur á áskoðaratølunum, risa høllin Forum var á tremur við fólki.Serliga vóru tað danir og sviar, ið vóru í meiriluta.
Fyrst og fremst sjónvarp
Tiltakið var fyrst og fremst ein sjónvarpssending, og var týðiliga merkt av hesum. Fyri at sleppa undan trupulleikum við feed og ekko í stóru betonghøllioni, var ljóði rættuliga spakuligt, og tí var ofta torført at hoyra hvat tey, sum lótu heiðurslønirnar søgdu, tónleikurin ljóðaði alt annað enn væl í rungandi høllini, har alt leyp saman í eina suppu. Men showið var flott, sjónsansurin var væl og virðiliga stimuleraður. Fólk vóru pyntað, og nógvar stjørnur luttóku. Sjáldan hava so nógv kend fólk úr skandinavisku londunum verið savnað undir einum taki.
Sjónvarpshyggjarin hevði maktina
Tað vóru hyggjararnir, ið avgjørdu hvør fekk ymisku virðislønirnar, seinastu vikurnar hava svensku, donsku og norsku hyggjararnir sent SMS við sínum atkvøðum. Tilsamans vóru 11 virðislønir latnar, men tvær av hesum: tann fyri besta norðurlendska frambrot og heiðursvirðislønin vóru avgjørdar av eini serligari dómsnevnd.
Gwen Stefani, Eminem og Coldplay vunnu virðislønirnar fyri bestu altjóða tónlistarfólk og bólkar, men av hesum var, tað bert Coldplay, ið var á staðnum at taka ímóti virðislønini. Kent vann heiðurslønina fyri besta norðurlendska tónlistarfólk/bólk, og blaðunga Amy Diamonds vann fyri besta norðurlendska hitt við lagnum Whats In It For Me
Latnar virðislønir á Nordic Music Awards
Besta danska tónlistarfólk/bólkur: Nik & Jay
Besta norska tónlistarfólk/bólkur: Madrugada
Besta svenska tónlistarfólk/bólkur: Daniel Lindstrøm
Besta altjóða manliga tónlistarfólk: Eminem
Besta altjóða kvinnuliga tónlistarfólk: Gwen Stefani
Besta altjóða tónleikabólkur: Coldplay
Besta norðurlendska hitt: Amy Diamond - "What's In It For Me"
Besta norðurlendska sjónbandalag: Timbuktu - "Det löser sig"
Besta norðurlendska tónlistarfólk/bólkur: Kent, bólkurin fær TeliaSonera Surfport-virðislønina á 100.000 svenskar krónir.
Besta norðurlendska frambrot: Mew, bólkurin fær Sony Ericsson-virðislønina á 100.000 svenskar krónir:
Heiðursvirðislønin: D-A-D