Nordea ikki álit á íslendska búskapinum

Norðurlendski Nordea-bankin mælir sínum viðskiftafólki frá at gera íløgur í Íslandi og til at selja tey virði, sum tey eiga har Nordea hevur ikki góðar vónir um íslendska búskapin. Bankin sigur seg vænta, at tann íslendska krónan fer at vikna meiri.

-Tað fer ikki bara at raka tey, sum spekulera í gjaldoyra, men eisini tey, sum hava íslendsk partabrøv ella virðisbrøv, sigur Henrik Drusebjerg hjá Nordea við Børsen.

Hann leggur afturat, at Nordea hevur einki virksemi í Íslandi longur, og at bankin mælir sínum viðskiftafólki frá at gera íløgur har.

-Vit vænta, at íslendska gjaldoyrað fer at vikna uppaftur meiri, og yvirhøvur hava vit ikki álit á íslendska búskapinum. Tí mæla vit teimum, sum eiga virði í Ísland, til at selja tey, sigur Henrik Drusebjerg.