Ein nýggj skuldseting er reist móti 18 ára gamli manninum, sum er varðhaldsfongslaður í Norðdepilsmálinum. Hetta er fyri brot á grein 235, stykki 2 í revsilógini, sum snýr seg um at hava í varðveitslu ella geva víðari pornografiskt tilfar, eitt nú myndir ella filmar, av persónum undir 18 ár.
Í revsilógini, sum er á donskum, er stykki tvey í grein 235 soljóðandi:
»Den, som besidder eller mod vederlag eller gennem internettet eller et lignende system til spredning af information gør sig bekendt med pornografiske fotografier eller film, andre pornografiske visuelle gengivelser eller lignende af personer under 18 år, straffes med bøde eller fængsel indtil 1 år«.
Henda nýggja skuldsetingin hevur einki við hitt málið at gera, sum maðurin er varðhaldsfongslaður fyri. Og tað er heldur ikki orsøkin til, at varðhaldsfongslingin av 18 ára gamla manninum í dag varð longd við fýra vikum.
Tað málið snýr seg um, at 18 ára gamli maðurin tann 14. juli varð varðhaldsfongslaður, skuldsettur fyri at hava roynt at drepa eitt ungt par í Norðdepli. Somuleiðis varð hann skuldsettur fyri at hava framt harðskap av serliga grovum slagi móti abba og ommu at manninum, sum hann er skuldsettur fyri at hava roynt at dripið.