Norðdepil: Tvey av offrunum avhoyrd

Enn hevur løgreglan ikki funnið knívin, sum varð brúktur í álopinum

Tað hevur nú eydnast løgregluni at avhoyra tvey av teimum, sum vóru fyri ógvusligum álopi við knívi í Norðdepli sunnumorgunin.

Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni í Føroyum sigur við Rás2, at tey hava greitt frá hendingini, men hann vil ikki í smálutir við tí, tey hava fortalt.

Hann sigur kortini, at hendingin hevur tikið teimum fast og at tey hava fingið sálarfrøðiliga hjálp.

Annars hevur løgreglan ikki funnið knívin, sum varð brúktur í álopinum, hóast leitað hevur verið bæði við hundum og við kavarum.

Men leiðarin á kriminaldeildini heldur ikki, at hetta er so avgerandi fyri málið, tí tey meta seg at hava góð prógv í málinum kortini.

Tað var sunnumorgunin, at ein 18 ára gamal maður fór inn í eini hús í Norðdepli og legði á tvey ungfólk, sum lógu og svóvu, við knígvi og stakk og skar tey fleiri ferðir ymsastaðni á kroppin.

Tey bæði flýddu undan yvir til abba og ommu at øðrum teirra, men illgerðarmaðurin helt aftan á og stakk og skarð eisini bæði ommuna og abban rættiliga illa.

Serliga illa var abbin fyri og eitt skifti stóð um lív hjá honum, men tey fingu øll skjóta viðgerð og vórðu skjótt uttanfyri lívsvanda aftur.